Flestu skip til fiskiskap

Flestu skip til fiskiskap
Eitt ísfiskalínuskip er norðanfyri, fýra frystilínuskip eru við Ísland, og fimm eru við Føroyar
Jákup B. er eitt av frystilínuskipunum. (Savnsmynd)
 
12.02.2024 - 13:22

Nú eru tey flestu fiskiførini farin útaftur eftir ringa veðrið, sum var.

Fiskamarknaðurin sigur, at eitt ísfiskalínuskip er norðanfyri, fýra frystilínuskip eru við Ísland, og fimm eru við Føroyar. 

Tey fiska tosk, hýsu, longu og brosmu. 

Um útróður verður sagt, at streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. 

Veðrið verður gott fyrst í vikuni, men meira ivasamt seinni í vikuni. 

 

Brúkiligt fiskarí

Fiskaríið hjá útróðrarbátunum er brúkiligt. Teir fáa mest hýsu, men eisini nakað av toski.

Ein djúpvatnstrolari er á Íslandsrygginum, og tveir fiska svartkalva. 

Allir partrolarar eru úti. Fiskaríið hjá teimum er misjavnt, sigur Fiskamarknaðurin. 

Tveir trolbátar eru á Skeivabanka, og tveir eru eystanfyri. Teir fiska havtasku.

Tveir eru norðanfyri og fiska av tosk og nakað av hýsu og longu. 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329