Breddin - stroyming

Breddin: Rúsevni og politiska støðan
25-10-2024
Í sendingini tosa vit við Liljuna Weihe og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi um politisku orrustuna, og við Leivur á Lakjuni frá Bláa krossi og Magni Højgaard úr Rówt um rúsevni

Í gjár legði Ingilín D. Strøm frá sær sum landsstýriskvinna í umhvørvismálum. Tað gjørdi hon, tá tað var greitt, at tveir samgongufelagar í Tjóðveldi fóru at atkvøða fyri uppskotinum um misálit. Í sendingini tosa vit við Liljuna Weihe og Erling Eidesgaard.

Rúsevni floyma inn í landið sum ongantíð fyrr. Tað staðfestir Heri Andreassen, varapolitiinspektørur og leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, í sambandi við enn eitt rúsevnismál. Politiið og tollvaldið hava seinastu tvey árini funnið metstórar nøgdir av rúsevnum. Í sama tíðarskeiði hevur ein heildarætlan við 58 tilmælum um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu ligið mest sum órørd. Í dag spyrja vit um vaksandi nýtsluna av rúsevnum, hvussu vit megna at lofta hesum trupulleikanum, og hvat kann gerast frameftir.

Gestir: Leivur á Lakjuni, Magni Højgaard, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard.

Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur.

Tøkningur: Kári Annand Berg.

Breddin - stroyming

Stroymingin av Breddanum, sum er ein sending um aktuel evni, ið verður send í útvarpinum týs-, hós- og fríggjadagar kl. 10. 

Í sendingini tosa vit við Liljuna Weihe og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi um politisku orrustuna, og við Leivur á Lakjuni frá Bláa krossi og Magni Højgaard úr Rówt um rúsevni
25-10-2024
Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, sigur, at verkafólk fáa ikki endarnar at røkka saman, í kjaki við Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum
14-05-2024
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barnamálum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, skifta orð um børn við avbjóðingum, ið verða senda av landinum
19-04-2024
Høgni Hoydal, Bárður á Steig Nielsen, Aksel Johannesen og Beinir Johannesen kjakast. Skal ríkisfelagsskapurin vera samveldi, ein ríkisfelagsskapur ella ríkjafelagsskapur?
18-04-2024
Erhard Joensen (S), Árni Skaale (F), Uni Holm Johannesen (J) og Annika Olsen (T) halda, at tað ræður um at tryggja, at slógvið, ið verður lóggivið til lands, kann virðisøkjast
12-04-2024
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og løgtingsmenninir Jaob Vestergaard og Bárður Nielsen vóru í sendingini fyrrapartin
15-03-2024
Uppskot um nýggja fosturtøkulóg verður lagt fyri tingið í hesi vikuni. Politiskt kjak var í Breddanum um fosturtøkuspurningin
05-03-2024
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, og Bjørn Kalsø, bóndi og fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, vóru í Breddanum og kjakaðust um evnið
27-02-2024
Tað verður stríðsval til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag, tí Sanna á Løgmansbø bjóðar sitandi formanninum, Jógvani Philbrow, av
14-02-2024