Sophie Løhde á almenna vitjan í Føroyum

Sophie Løhde á almenna vitjan í Føroyum
Danski innanríkis- og heilsumálaráðharrin, Sophie Løhde, kemur á almenna vitjan í næstu viku.
Sophie Løhde er innanríkis- og heilsumálaráðharri í Danmark.
 
17.02.2024 - 09:59

Heilsumálaráðið veit at siga, at danski innanríkis- og heilsumálaráðharrin, Sophie Løhde, kemur á almenna vitjan í næstu viku.

Mánadagin skal hon á fund við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, har fleiri viðkomandi mál eru á skrá.

Eftir fundin í Heilsumálaráðnum verður skipað fyri rundvísing í nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum, og vitjað verður í framleiðsluni hjá Apoteksverkinum.

Í sambandi við vitjanina í Føroyum fer Sophie Løhde eisini at vitja Ríkisumboðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938