Bátaeigarar varðveita atgongd til fjøruna

Bátaeigarar varðveita atgongd til fjøruna
Tvøroyrar býráð samtykti eisini at hava partshoyring, áðrenn tað viðger endaliga byggiloyvið hjá Varðanum Pelagic
Skorsteinurin verður 60 metrar høgur.
 
20.02.2024 - 06:47

Tvøroyrar býráð samtykti einmælt í gjárkvøldið at broyta byggisamtyktina, so partur av fjøruni verður varðveittur, so neystaeigarar framhaldandi fáa atkomu til fjøruna og kunna brúka 
bátadráttin.

Býráðið viðgjørdi á eykafundi í gjárkvøldið ætlanina hjá Varðanum Pelagic at byggja verksmiðju á Tvøroyri.

Uppskotið um at broyta byggisamtyktina kom úr teknisku deild.

Partshoyring

Býráðið samtykti eisini einmælt uppskot frá borgarstjóranum um partshoyring, áðrenn býráðið endaliga viðger byggiloyvið til Varðin Pelagic. 

Almenn hoyring skal vera um árins- og umhvørviskanningar, áðrenn Umhvørvisstovan kann geva verkætlanini hjá Varðanum Pelagic umhvørvisgóðkenning.

Tekniska deild hjá býráðnum á Tvøroyri heldur annars ikki, at nakað av teimum trimum hoyringarsvarunum hava beinleiðis viðmerkingar ella eru broytinguppskot um ætlanina at byggja goymslubrunnar, sum eru í mesta lagi 20 metrar høgir, og skorsteinar, sum eru í mesta lagi 60 metrar høgir.

Men býráðið tók til eftirtektar hoyringarsvarið frá neystaeigarum um at varðveita fjøruna.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117