Havstovan ger lítið við ungfiskakanning

Havstovan ger lítið við ungfiskakanning
- Havstovan hevur ikki enn havt umstøður at gera regluligar ungfiskakanningar inni við land
 
25.02.2024 - 10:19

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum í svari til grein 52 fyrispurning frá Honnu Jensen.

Løtingskvinnan hjá Framsókn, hevur spurt um, hvørjar kanningar verða gjørdar í Føroyum av ungfiski og yngli inni við land.

Hon vísir á, at tvær tær størstu vinnurnar í Føroyum eru fult og heilt tongdar at havinum, nevniliga fiskivinnan og alivinnan.

 

Satningsøki í framtíðini 

Landsstýrismaðurin sigur, at slíkar kanningar høvdu verið serliga relevantar fyri t.d. tosk og upsa, sum brúka firðirnar sum uppvakstrarøki. 

Landsstýrismaðurin sigur eisini, at danskir granskarar gjørdu ungfiskakanningar í føroyskum firðum fyrru helvt í 20. øld; hesar kanningar fevndu um t.d. merkingar, magakanningar og vakstrarkanningar.

Regluligar kanningar hava tó verið gjørdar vár og vetur av brislingi í Tangafirði, Sundalagnum og Skálafirði síðani 2018.

Yngul- og ætikanningar verða gjørdar í juni, og onkrar aðrar verkætlanarkanningar verða eisini gjørdar.

- Vistskipanin inni við land er sum heild alt ov lítið kannað og er at rokna sum eitt satsingarøki í framtíðini, sigur Dennis Holm. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609