Semingsroyndin byrjar í næstu viku

Semingsroyndin byrjar í næstu viku
Tíggju fundir hava verið millum KAF og Skipara- og navigatørfelagið, men samráðingarnar bóru ikki mál
Semingsstovnurin er komin upp í sáttmálatrætuna millum KAF og Skipara- og navigatørfelagið um havnarmeistarar og havnarumsjónarfólk. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
26.02.2024 - 09:52

Semingsroyndin millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið byrjar seinnapartin í næstu viku.

Semingsstovnurin er boðsendur til at royna at loysa trætuna millum feløgini um nýggjan sáttmála til havnarmeistarar og havnarumsjónarfólk. 

Tíggju fundir hava verið millum partarnar. Krøvini vóru latin 5. september í fjør.

16. januar boðaði Kommunala arbeiðsgevarafelagið frá, at tað gavst við samráðingunum.

Partarnir vóru samdir um at senda boð eftir Semingsstovninum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846