12 milliónir í skipasmiðjustuðli til nýggja trolaran

12 milliónir í skipasmiðjustuðli til nýggja trolaran
Sambært lógini kann landsstýrið lata skipasmiðjum átta prosent í studningi av sáttmálaprísinum
Nýggi ísfiskatrolarin hjá Varðanum skal eftir ætlan verða liðugur á sumri í 2026.
 
28.02.2024 - 12:20

Tað fer at kosta landskassanum nakrar milliónir, nú Mest skal byggja frystitrolara fyri Varðan.

Ein lóg sigur, at landsstýrið kann lata føroyskum skipa- og bátasmiðjum átta prosent í studningi av sáttmálaprísinum til at byggja og umbyggja flótandi eindir, sum tað stendur í lógini.

Studningur til nýbygging kann latast, tá sáttmálaprísurin er 300.000 kr. ella meira.

Trolarin hjá Varðanum fer at kosta okkurt um 150 mió. kr., so hann skal hava 12 mió. kr. í studningi, átta prosent av prísinum.

Umsókn um stuðul skal sendast Vinnuframagrunninum, áðrenn farið verður at byggja.

Játtanin í ár er 5,2 mió. kr., 1,4 mió. kr. meira enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342