Leigarar hjá Bústøðum rópa varskó

02.03.2024 - 14:32
Innlendis›Samfelag
Leigarar hjá Bústøðum rópa varskó
Seinastu fýra árini eru leiguprísirnir hækkaðir so mikið nógv, at nú er ovboði. Fleiri kenna seg noydd at finna annan bústað at búgva í og onnur hava slept framtíðarætlanum.

Fyrr í vikuni boðaði Búðstaðir leigarum frá, at leigan fyri íbúðina, sum tey leiga, fer upp í summar.

Fyri Tanyu Møller, sum er stakur uppihaldari, og hevur leigað frá bústøðum í eitt ár, hevur hækkanin við sær, at hon noyðist at siga íbúðina frá sær og finna okkurt annað, sum er bíligari.

Á Biskopstorgi í Klaksvík er støðan tann sama - har hava leigarar eisini fingið boð um, at leigan fer upp.

Bente Thomsen, maðurin og teirra trý børn, hava leigað íbúð frá Bústøðum í fýra ár. Hesi fýra árini er leigan økt fyri hvørt ár. Samanborið við tá tey fluttu inn, fyri fýra árum síðan, skulu tey nú gjalda knappar 20.000,- meir um árið í leigu.

Orsøkina til hækkingina í húsaleiguni, sigur Bústaðir í brævi til leigararnar verða: at leigan sum meginregla er grundað á broytingina í brúkaraprístalinum seinastu trý árini.

Men, hesa grundgeving eru hvørki Tanya Møller ella Bente Thomsen nøgdar við.

Boðini frá Bústøðum um, at leigan aftur økist, fekk íbúgvarnar á Biskopstorgi at møtast fyrr í vikuni. Hóast fjølbroytt, standa øll eftir við somu kenslu; tey eru ikki nøgd og kenna seg antin noydd at flyta ella fastlæst.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210