Allar løgtingskvinnurnar fara til New York

03.03.2024 - 17:40
Innlendis›Politikkur
Allar løgtingskvinnurnar fara til New York
Tingarbeiðið verður niðurlagt fram til 18. mars, tí allar kvinnurnar á tingi fara til javnstøðuráðstevnu í New York

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, fer sjálv við til ráðstevnuna í New York. Hon sigur, at hon fekk eina áheitan frá nøkrum kvinnum í løgtinginum, um ikki at halda tingfund, meðan tær eru burtur.

Løgtingskvinnurnar kunnu fáa ferðina og uppihaldið goldið av serligari konto hjá løgtinginum, men tær fáa tó ikki matin endurgoldnan.

Ráðstevnan, sum talan er um, er 68instjúgundi árfundurin í Commission on the Status of Women hjá ST. Fundurin byrjar 11. mars og endar 22. mars. Føroysku tingkvinnurnar og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fara úr Føroyum 8. mars og eru aftur í Føroyum fríggjadagin tann 15. mars.

Meira kann lesast um ráðstevnuna á https://www.unwomen.org/

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096