Útlendingar vælkomnir

Útlendingar vælkomnir
Hóast útlendingar skulu úr føroyskari fiskivinnu í 2032, so eru tær vælkomnir í vinnuna, so leingi teir eru á landi
04.03.2024 - 19:24

Fiskurin í føroyskum øki er føroysk ogn og kann bara fiskast av skipum, sum er undir føroyskum ræði. 
Tað er útgangsstøðið í sjófeingislógini, sum ásetir at í 2032 skulu útlendingar vera heilt burtur úr føroyskari fiskivinnu.
Men har eru undantøk.
Fiskimálaráðið tulkar ásetingarnar soleiðis, at tær bert fevna um vinnuligan fiskiskap og ikki framleiðslu á landi.
Er talan um eitt felag, sum fær nøkur tons, so kunnu tey vera útlendsk.
Og felagið SAGA, sum er útlendskt, hevur júst fingið tillutað 1200 av eini samalaði kvotu upp á 7.000 tons av svartkjafti til vinnuligar royndir. Um ynski var um tað, kundi hetta felagið fingið øll 7.000 tonsini, sum vóru lutaði út til royndir.

Og Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur ongar ætlanir um at broyta nakað
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304