Súni Selfoss vil hava mismunarlógina samtykta

10.03.2024 - 14:25
Innlendis
Súni Selfoss vil hava mismunarlógina samtykta
Súni Selfoss er endurvaldur formaður í Starvsfelagnum fyri triðju ferð, og heldur fram í sessinum næstu fýra árini
Súni Selfoss, endurvaldur formaður í Starvsfelagnum.

- Vit eru í einum sáttmálasamráðingarári. Allir fimm sáttmálarnir hjá felagnum ganga út í ár. 

Tað sigur endurvaldi formaðurin í Starvsfelagnum, Súni Selfoss.

Hann varð endurvaldur á aðalfundinum hjá Starvsfelagnum í gjár og heldur sostatt fram í formanssessinum næstu fýra árini.

Formaðurin sigur, at nógv er á skránni næstu árini.

Hann vil millum annað fáa mismunarlógina samtykta í løgtinginum. 

Í grein í Starvsblaðnum nevnir Súni Selfoss tvær kanningar, sum felagið gjørdi í fjør.

Tann eina kanningin vísti, at fimti hvør hevði upplivað happing á arbeiðsplássinum.

- Hetta eru skelkandi tøl. Eg haldi vit hava eina keðiliga mentan á arbeiðsplássunum, sum vit mugu fáa um rótina á. Eg vóni at limir hjá okkum og øll onnur úti á almenna arbeiðsmarknaðinum kunnu hjálpa okkum við at basa. 

Formaðurin hevur lagt kanningina fram á fleiri arbeiðsplássum og starvsfólk og leiðslur hava kjakast um hana. 

- Vit mugu saman við leiðslunum á stovnunum, sáttmálapørtum og ikki minst Arbeiðs-og brunaeftirlitinum fáa gjørt eina ætlan um, hvussu vit basa hesum, sigur Súni Selfoss. 

 

Súni Selfoss bleiv formaður í Starvsfelagnum fyrstu ferð í 2016 og viðtøkurnar fyri Starvsfelagið siga, at forfólk kann í mesta lagi sita trý valskeið samanhangandi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674