Páll skeyt fýra fyri flúgvandi KÍ

Páll skeyt fýra fyri flúgvandi KÍ
Betri-deildin: Páll Klettskarð skeyt fýra mál, tá klaksvíkingar við seksmálssigri á ÍF vístu, at teir eru klárir frá byrjan. Aðrastaðni fekk Skála týðandi sigur
Á glið: Páll Klettskarð og KÍ fingu frálíka byrjan við stórsigri á ÍF í 1. umfari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.03.2024 - 19:27

Leysasøgurnar um KÍ-deyðan, sum hava gingið í vetur, vístu seg ikki at vera álítandi.

Páll Klettskarð gjørdi bart við Djúpumýrar og skeyt ikki minni enn fýra mál, tá føroyameistararnir smurdu ÍF av við seks málum ímóti ongum.

Einki nýtt var undir sólini fyrstu løtuna. Tá 11 minuttir vóru farnir, var longu 2-0. Tvær ferðir skoraði vandamikli miðframherjin; tvær ferðir átti Árni Frederiksberg næstseinasta fót á.

Tó so. KÍ hevði blaðunga Jósef Josephsen við frá byrjan, og hann økti til 3-0 beint fyri steðgin. Eftir steðgin øktu Mads Boe Mikkelsen og Páll Klettskarð til 6-0.

 

Havnin eisini góða byrjan

Hvussu gott verður HB, hava fleiri ivaleyst spurt seg sjálvan. Tað er framvegis ilt at siga, men byrjanin hevur verið nøktandi. Í síðstu viku vunnu teir reyðu og svørtu stórsteypið, og í 1. umfari fingu teir trý stig ímóti NSÍ.

Áki D. Samuelsen skeyt tvey mál fyri steðgin, áðrenn heimkomni Klæmint A. Olsen minkaði um munin eftir steðgin. Eivind Restorff Mouritsen økti til 3-1 stutt eftir, og hóast NSÍ minkaði við einum brotssparki hjá Peturi Knudsen, gjørdist tað ongantíð veruliga spennandi.

Á Svangaskarði var hitt havnarliðið, B36, sannførandi. Longu í sætta minuttir skoraði Jann Benjaminsen ímóti barndómsfelagnum, og eftir steðgin øktu nýggju menninir, Marius Kryger Lindh og Zean Peetz Dalügge, til 3-0.

 

Skála-sigur setir EB/Streym undir luppin

Ragnar Skála brúkti ikki langa tíð upp á at vinna alskin undir Mýruhjalla. Bert tríggir minuttir vóru spældir, tá fyrrverandi AB'arin legði Skála framum ímóti EB/Streymi.

Eitt korter seinni økti Jan Hansen til 2-0, og tá Mikkjal Hellisá hjá EB/Streymi sá reytt eftir steðgin, var eingin vegur innaftur í dystin hjá gestunum. Tvørturímóti skoraði Jan Hansen eina ferð afturat, og heimaliðið fekk trý mál og øll trý stigini.

Í gjár vann Víkingur 2-0 á 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági við málum frá Finni Justinussen og Sølva Vatnhamar.

 

1. umfar, Betri-deildin:

07 Vestur - Víkingur, 0-2
KÍ - ÍF, 6-0
B68 - B36, 0-3
HB - NSÍ - 3-2
Skála - EB/Streymur, 3-0
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650