- Eg kenni meg sum ein pappageyk: Håkan Ericson um Páll Klettskarð

- Eg kenni meg sum ein pappageyk: Håkan Ericson um Páll Klettskarð
Landsliðsvenjarin viðgongur, at tað er trupult ikki at taka KÍ-framherjan út til landsliðið, men grundirnar eru júst tær somu sum fyrr
Bjarni Árting Rubeksen
Håkan Ericson hevði heldur ikki pláss fyri Pálli Klettskarð hesa ferð.
11.03.2024 - 12:06

 - Eg kenni meg sum ein pappageyk.

Tað segði Håkan Ericson, tá hann enn einaferð mátti greiða frá, hví Páll Klettskarð ikki er tikin út til fótbóltslandsliðið. 

Og søgan hevur hug at endurtaka seg. Í gjár skeyt Páll Klettskarð ikki minni enn fýra mál í 1. umfari ímóti ÍF á heimavølli, men kortini var hann ikki á listanum hjá landsliðsvenjaranum til venjingardystirnar ímóti Liktinstein og Danmark seinni í mars.

 - Eg skilji, at tá tú situr og hyggur at einum dysti sum tann í gjár, at tú heldur, at tað er løgið, at Páll Klettskarð ikki er á landsliðnum, tí hann er ein frálíkur framherji, segði Håkan Ericson.

Grundirnar eru júst tær somu, sum landsliðsvenjarin hevur verið inni á fyrr.

 - Vit hava tveir framherjar, sum koma ímóti bóltinum. Eg haldi, at Jóan [Símun Edmundsson, red.] kemur meir ímóti bóltinum. Eg haldi, at Klæmint [Andrasson Olsen, red.] kemur meir ímóti bóltinum, og harafturat er hann ein frálíkur framherji í brotsteiginum, segði Håkan Ericson.

 - Afturat hesum vil eg hava tveir framherjar, sum kunnu renna afturum mótstøðuverjuna. Vit mugu spæla, renna og hugsa meir frameftir enn vit hava gjørt. Og tað kunnu Pætur Petersen, Petur Knudsen og Hannes Agnarsson, segði landsliðsvenjarin.

 - Men hann ger tað ikki lætt fyri meg, kæri Páll, viðgekk Håkan Ericson.

Føroyar spæla ímóti Liktinstein 22. mars, og 26. mars er Danmark á skránni á Brøndby Stadion. Dystirnir eru liður í fyrireikingunum til Nations League, sum verður í heyst.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179