Anton feldi føroyameistararnar

Anton feldi føroyameistararnar
Anton Søjberg Horup kom ikki á vøllin fyrr enn 65 minuttir vóru spældir, men honum tørvaði ikki longri tíð. Nýggi danin skeyt tvey sein mál, og B36 vann á føroyameistaranum
 
16.03.2024 - 20:32

Anton Søjberg Horup var riddarin á hvíta hestinum, tá B36 feldi KÍ í Gundadali leygarkvøldið.

Nýggi danin kom á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, og við tveimum málum tryggjaði hann heimaliðnum øll stigini ímóti føroyameistaranum.

10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, tá Anton Søjberg Horup legði B36 framum, og í yvirtíðini stroyddi hann salt í KÍ-sárið við einum máli afturat.

 

Petur Knudsen vísti seg fram

Um tað ikki var greitt frammanundan, so vissaði Petur Knudsen runavíkingar um, at hann er aftur í góðum gomlum lag.

Vandamikli framherjin skeyt tvey mál í 3-1 sigrinum hjá NSÍ á grannunum av Skála við Løkin. Betuel Hansen skeyt triðja málið hjá heimaliðnum. Djóni Petersen kom á máltalvuna fyri Skála.

Í gjár vann Víkingur 2-1 á HB í Norðagøtu. Gesá Dávid Turi og Finnur Justinussen skoraðu fyri heimaliðið hvør sínu megin steðgin, áðrenn Jacob Johansson minkaði um munin fyri HB.

Í morgin tekur ÍF ímót 07 Vestur í Fløtugerði, meðan B68 vitjar EB/Streym við Margáir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860