VIDEO: Team Lyra fekk frálíkt úrslit í Finnlandi

VIDEO: Team Lyra fekk frálíkt úrslit í Finnlandi
Estetisku fimleikaliðini, sum tóku lut í World Cup og Challenge Cup finalunum um vikiskiftið, vístu, at estetiski fimleikurin í Føroyum mennist í hvørjum
18.03.2024 - 15:22

Team Lyra úr Ljósinum endaði á fimta plássi í World Cup kappingini í Finnlandi um vikuskiftið.

Team Lyra kom úr innleiðandi kappingini í finaluna á fjórða plássið, og hetta er besta úrslitið, sum eitt føroyskt lið hevur fingið í eini altjóða A-kapping.

Framførðslan í finaluni gekk ikki eins væl, men kvinnurnar úr Ljósinum eru kortini væl nøgdar við avrikið, og at tað eydnaðist at røkka 23 stigum báðar dagarnar.

Hulda úr Havnar Fimleikafelag endaði á 8. plássi av teimum 11 liðunum, sum komu í finaluna. 

Unglingaliðini Mira úr Havnar Fimleikafelag og Rósan úr Støkk, vóru við í Challenge Cup. Mira endaði nummar sjey, 0,7 stig frammanfyri Rósuna, sum endaði á áttanda plassi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037