Sjúrðarberg til Uruguay at fiska lýsing

Sjúrðarberg til Uruguay at fiska lýsing
Thor í Hósvík hevur keypt trolaran saman við einum samstarvsfelaga í Spania og einum felagi í Uruguay
JFK hevur átt Sjúrðarberg síðani 2020. Hann var bygdur á Skála í 1987. 
 
19.03.2024 - 10:52

Sjúrðarberg fer til Uruguay at fiska lýsing (á enskum: hake) og annan botnfisk.

Tað er ætlanin hjá Thor í Hósvík, sum hevur keypt skipið saman við einum samstarvsfelaga í Spania og einum felagi í Uruguay.

Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor, sigur, at fyrst fer skipið til Viga í Spania, har tað skal umbyggjast. Um einar tríggjar ela fýra mánaðir væntar hann, at skipið fer til Uruguay.  

JFK hevur havt Sjúrðaberg síðani 2020. Hann var bygdur á Skála í 1987. 

Fleiri enn 40 menn, sum hava siglt við Sjúrðabergi, eru nú uppsagdir.

Partarnir eru samdir um ikki at upplýsa keypsprísin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558