Vinus og Vimús - Vinusmaðurin & Vimúsmúsin

Vinus og Vimús - Vinusmaðurin & Vimúsmúsin
Kappaklæði, yndislitir og gott føroyskt mál.
Vinus og Vimús spæla Vinusmaðurin og Vimúsmúsin
 
21.03.2024 - 15:22

Vinus eigur eitt stórt klæði, so stórt sum ein kappi. Tað er reytt. Og tá Vinus leggur tað um herðarnar, so verður hann Vinusmaðurin.

Vimús eigur eisini eitt blátt og nokk so stórt klæði, og verður til Vimúsmúsin.

Og so dugir Vinus at klippa maskur úr tjúkkum pappíri, men hvønn lit skulu tær hava? Ein annan yndislit kanska?

Í øllum førum fara Vinus og Vimús at spæla kappaspæl. 

 

Men bókin dettur altíð, og hesaferð er hon um nøkur skrímsl, sum eisini tímað at spæla stuttligt og serlig spøl.

Tá ið Vinus fær hug at spæla ein góðan sang, klívur Vinurin inn gjøgnum vindeygað og hann hevur eina nokk so stóra lítlutrummu við. Teir fara at syngja um eina gentu, sum eitur Karin.

Stuttligu og fittu smáteknifilmarnir eru við. Og áðrenn tað er liðugt hesa ferð, sigur Vimús alt tað, sum Vinus skal tekna.

Og so siga vit: Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt – og farvæl!

 

Hvat: Vinus & Vimús
Hvar: í sjónvarpinum
Nær: í dag kl. 16.25 og á VIT-appini og kvf.fo/vit
Evni: Kappaspæl


* At brúka til kappaspælið: Klæði ella ein dúk. Pappír. Saks. Lastikk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961