Vinus og Vimús

Kakaokonfekt við kokusmjøli
10-01-2025
Vinus og Vimús baka. Og øll kunnu læra seg. Uttan at brenna seg av nøkrum heitum ovni. Bara brúka ein ikki hvassan knív, og bara kanska stoyta eitt lítið sindur av mjólk. Vinus dugir at minnast til alt og savnar alt saman, sum skal brúkast; hvat skal fyrst í, og hvat skal aftaná. Og so smakkar tað væl eisini.

Vinus og Vimús baka. Og øll kunnu læra seg. Uttan at brenna seg av nøkrum heitum ovni. Bara brúka ein ikki hvassan knív, og bara kanska stoyta eitt lítið sindur av mjólk.
Vinus dugir at minnast til alt og savnar alt saman, sum skal brúkast; hvat skal fyrst í, og hvat skal aftaná. Og so smakkar tað væl eisini.
Tað er væl funnið uppá, og tann góða bókin datt knappliga úr hillini, og tað er um eina kráku, sum dámar væl at savna saman. Tað er 'Lítla kráka samlar'.
Tá ið Vimús er farin eftir hugskotinum hjá sær, so kemur Vinurin. Hann má ansa væl eftir, tá hann klívur inn, tí tær leskiligu kúlurnar, sum Vinus og Vimús hava gjørt, liggja í einari skál í vindeygakarminum. Men tá Vinurin hevur funnið eitt ljóðføri inni hjá Vinusi, so fara teir at syngja og spæla ein bakisang, og Vinurin spælir uppá grýtir og lok og annað úr køkinum.

Fittu smáteknifilmarnir eru sjálvandi eisini at síggja.
Og tá fer Vinus at tekna tað, sum er hent.
Tá Vinur hevur teknað, er bert eftir at siga:
Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt – og farvæl!

At brúka til kakaokonfekt:
Bolla. Lítla sleiv. Súpiskeið. Teskeið. Ikki hvassan knív. Desiliturmál. Glas við loki. 3 borðiskar.
25g av bleytum smøri. 1dl florsukur. 1dl kokusmjøl. 1 súpiskeið kakao.  1/2 súpiskeið mjólk. 
Kokousmjøl at rulla kúlurnar í.
At brúka til breyðflís við osti: Breyðflís. Smør. Ikki hvassan knív. Ostflís.
 

Vinus og Vimús