Adrian Justinussen: Sjálvsálitið er í topp

Adrian Justinussen: Sjálvsálitið er í topp
Adrian Justinussen skeyt sítt fyrsta mál fyri Føroyar í sigrinum á Liktinstein, og hann vónar at góða gongdin heldur fram ímóti Danmark
25.03.2024 - 15:19

 - Sjálvsálitið er í topp beint nú. Alt fer inn.

Tað sigur Adrian Justinussen, sum skeyt sítt fyrsta landsliðsmál fyri Føroyar í 4-0 sigrinum á Liktinstein fríggjadagin. 

Fyrrverandi HB-spælarin hevur skotið fleiri mál fyri Hillerød í næstbestu donsku deildini, og fríggjadagin spældi hann ein góðan dyst á føroyska miðvøllinum. 
Týskvøldið verður uppgávan munandi torførari, tá Danmark tekur ímóti á Brøndby Stadion.

 - Vit fáa ein leiklut við minni bólti, og teir fara at stýra dystinum, men vónandi koma vit til eina tríggjar, fýra kjansir, so vit kunnu skora eitt mál, sigur álopsfúsi miðvallarin.

 

Ikki bara verja

Landsliðsvenjarin er greiður yvir, at dysturin ímóti Danmark verður munandi torførari enn tann ímóti Liktinstein fríggjadagin.

Liðið skal ikki ov langt aftur á vøllin at verja, sigur Håkan Ericson, og hann vónar, at spælarar sum Brandur H. Olsen kunnu gera, at Føroyar eisini kunnu halda upp á bóltin í løtum.

 - Tað hevði sjálvandi verið stak gott at fingið eitt gott úrslit ímóti Danmark, men vit hava ymiskt, sum vit arbeiða við. Vit koma til dømis at gera útskiftingar, óansæð hvat støðan er, sigur landsliðsvenjarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391