Hanus Sørensen: Teir fáa tvey býtt mál

Hanus Sørensen: Teir fáa tvey býtt mál
Høgri bakkurin hjá Føroyum, Hanus Sørensen, iðraði seg um tey bæði málini hjá Danmark, men var annars hampiliga væl nøgdur við føroyska avrikið
26.03.2024 - 21:58

 - Teir fáa tvey eitt sindur for býtt mál.

Tað segði høgri bakkurin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum við monnum, Hanus Sørensen, eftir 2-0 tapið fyri Danmark í venjingardysti á Brøndby Stradion týskvøldið.

Hann var annars toluliga væl nøgdur við avrikið hjá landsliðnum.

 - Vit standa okey til tíðir, og vit eru eitt sindur meira 'på dupperne', enn vit hava verið í kvalifikatiónini [í fjør, red.] Vit eru meir álopssinnaðir... og vit hava nógvar spælarar sum tora at taka bóltin til sín og gera meir enn at spæla aftur eftir, segði Hanus Sørensen.

Pierre-Emile Højbjerg legði Danmark framum tíðliga í fyrra hálvleiki, tá Gunnar Vatnhamar misti bóltin stutt frá føroyska málinum, og eftir steðgin økti innskifti Mohamed Daramy.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392