Fleiri ljósstýringar Norður um fjall

Fleiri ljósstýringar Norður um fjall
Eftir páskir verður ein ferðslustýring sett upp afturat á vegnum til tunlarnar norður um fjall
Tað er omanfyri Ánirnar, at nýggja ljósstýringin verður
 
28.03.2024 - 11:53

Í sambandi við vegarbeiðið á tunnilsvegnum oman fyri Ánirnar, verður nú farið undir at binda vegirnar saman, og tí er neyðugt við enn eini ferðslustýring, boðar Landsverk frá á heimasíðu sínari.

Ferðslustýringin verður standandi í góðar tríggjar mánaðir, frá týsdegnum 2. apríl til 12. juli 2024.

Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur og Hvannasundstunnilin umleið 2200 metrar, 

Byggifelagið Articon ger arbeiðið, og arbeitt verður alt samdøgrið.

Sambært verklagslógini kosta tunlarnir Norður um fjall 522 milliónir krónur.

Hoyr Mortan Olsen, økisleiðara hjá Landsverki, greiða frá nýggju ljósstýringini. 
 

 

Mortan_Olsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537