Sjey neyðhjálparfólk dripin í loftálopi í Gasageiranum

Sjey neyðhjálparfólk dripin í loftálopi í Gasageiranum
Hildið verður, at Ísrael stóð aftanfyri álopið, sum drap sjey neyðhjálparfólk frá felagsskapinum World Central Kitchen
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
02.04.2024 - 08:15

Tey sjey neyðhjálparfólkini frá World Central Kitcehn (WCK) koyrdu í tveimum stálstyrkum akførum við búmerkinum hjá WCK á og so í einum vanligum bili eisini, tá tey vóru dripin í einum loftálopi í býnum Deir al Balah í Gasageiranum.

Tað skrivar neyðhjálparfelagsskapurin World Central Kitchen á síni heimasíðu. 

 

Fylgið varð rakt júst sum tað, í samráði við ísraelska herin, hevði samskipað, at 100 tons av neyðhjálp vóru flutt sjóvegis til Gasa. 

Hildið verður, at Ísrael stóð aftanfyri álopið.

 

Tey dripnu neyðhjálparfólkini komu úr Avstralia, Póllandi, Bretlandi, USA, Kanada og Palestina, skrivar WCK. 

Felagsskapurin hevur sett ein steðg fyri øllum virksemi í Gasageiranum.

 

Avstralski forsætisráðharrin, Anthony Albanese, bæði váttar, at ein avstralskur statsborgari var millum tey dripnu, men hann fordømir eisini álopið. 

"Vit vilja hava, at tað verður álagt ein ábyrgd fyri hetta, tí hetta er nakað, ið ongantíð skuldi verið hent," staðfestir avstralski forsætisráðharrin. 

Hann segði eisini, at hann hevði verið í sambandi við ísraelsku stjórnina og ísraelska sendifólkið í Avstralia fyri at finna út av, hvar ábyrgdin liggur. 

Avstralska neyðhjálparfólkið, ið lat lív, var Zomi Frankcom. Zomi legði hetta videobrotið út á Twitter-vanga hjá World Central Kitchen 25. mars av neyðhjálpararbeiðinum í Deir al-Balah. 

"Tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at fólk sum Zomi Frankcom, ið sjálvboðið hjálpa fólki, sum mangla mat í Gasa, skulu fáa eina sovorðna lagnu," staðfesti avstralski forsætisráðharrin, Anthony Albanese. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911