Svenska SVT vísir kringvarpsdokumentar

Um KVFTíðindi
Svenska SVT vísir kringvarpsdokumentar
Sendingin Sofía og djórini, sum Kringvarpið gjørdi fyri tveimum árum síðani, verður send í svenska sjónvarpinum í næstum
Í dokumentarinum fylgja vit Sofíu, sum hevur funnið friðin í Elduvík, har hon hevur fingið sær ein djóragarð.
 
05-04-2024

Sofía og djórini, sum snýr seg um Sofíu Thorsvig-Kajsdóttir, sum rýmdi heim aftur til Føroya, tá ið korona brast á, verður skjótt at síggja á svensku rásini SVT og á stroymingarsíðu teirra, SVT Play.

Avtalan við SVT er komin í lag í sambandi við Nordvision, sum er samstarv millum norðurlendskar public service-rásir, har sjónvarpstilfar verður boðið út. Hesa ferð er tað so Sofía og djórini, sum sviar hava tikið til sín.

Sendingin, sum nú eitur Tillbaka till Færøarna, verður víst á SVT 2 sunnukvøldið 14. apríl kl. 18. Hon verður eisini tøk á stroymingartænastuni SVT Play í eitt ár.

Einans íbúgvar í Svøríki kunnu síggja sendingina á netinum.

Men føroyska útgávan finst framvegis á kvf.fo og kann síggjast her.

Finnur Koba og Eyðun Müller Thomsen hava gjørt sendingina.


Nordvision-samstarvið

Nordvision er felagsskapur, sum arbeiðir fyri at styrkja public service í Norðurlondum. Limirnir eru: DR, NRK, SVT, YLE og RÚV. KNR, KVF, UR, Sveriges Radio og Ålands Radio eru hjálimir.

Tríggjar ferðir um árið – tvær ferðir um netið og eina ferð fysiskt – hittast umboð fyri rásirnar at útveksla sjónvarpstilfar, sum tey hava framleitt.

Limirnir samframleiða, útveksla sendingar, menna konsept og deila vitan sínámillum. Árliga verða á leið 4.500 sendingar býttar millum londini.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611

Um kvf css