Krevja at gíslarnir í Gasa verða latnir leysir

Krevja at gíslarnir í Gasa verða latnir leysir
Kravgongur vóru í fleiri býum í gjár
Kravgongur vóru í gjár í fleiri býum, m.a. Washington og Jerusalem, at gíslarnir í Gasa verða latnir leysir.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
08.04.2024 - 08:54

Í gjár vóru kravgongur í New York, Washington, París, Amsterdam, Berlin og Jerusalem, har fólk vístu sína ónøgd við, at fleiri gíslar enn sita í fangaskapi hjá Hamas, nú hálvt ár er liðið, síðani teir vóru tiknir.

Boðskapurin hjá mótmælisfólkunum var greiður, skrivar danska kringvarpið: Fáið eina vápnahvíld í lag, so gíslarnir kunnu latast leysir.

Í amerikanska høvuðsstaðnum vóru fólk komin saman tætt við Kongressina og Hvítu húsini.

Ein av teimum, sum var við til mótmælisgonguna, var Meirav Leshem Gonen. Hon hevur eina dóttur, sum er gísli í Gasa.

- Eg vil hava tykkum at rópa saman við mær her á Lincoln Memorial, sum er frælsisímyndin í heimsins valdsmiklastu tjóð. Rópið til gíslarnar verða latnir leysir, segði hon millum annað á røðarapallinum.

Tað var 7. oktober í fjør at gíslarnir vóru tiknir, tá Hamas framdi yvirgangsatsókn har suðuri í Ísrael. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520