Toskastovnurin er søguliga lítil

Toskastovnurin er søguliga lítil
Orsøkin er helst bæði ovurfiskiskapur og broytingar í havumhvørvinum
Støddin á toskastovninum er á søguligum lágmarki, sum var undir 13.000 tons í 2023. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.04.2024 - 15:27

Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum.

Tað skrivar Havstovan á heimasíðini og vísir á, at týdningarmikið og avbjóðandi er at skyna millum hesar ávirkanir.

Tilgongd av ungfiski til ein fiskastovn er avgerandi fyri stovnstøddina, og tilgongdin til føroyska toskastovnin hevði høgar toppar í 1983, 1994 og í 2000, sum tó eisini vóru at síggja fyri 1980,

Men lægri toppar vóru í 1987, 2009 og 2017.

Havstovan skrivar, at lítil ivi er um, at toskastovnurin er sera illa fyri. Støddin á stovninum er á søguligum lágmarki, sum er undir 13.000 tons í 2023, og tískil má fiskiskapurin tálmast.

Tó eru tekin, sum geva vón um eina batnandi støðu hjá stovninum, skrivar hav.fo.

Les meira her. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923