SEV bara ráð til eina vindmyllulund

SEV bara ráð til eina vindmyllulund
SEV hevur bara ráð til at gera eina av teimum komandi fimm vindmyllulundunum, sum verða bjóðaðar út næstu fimm árini
19.04.2024 - 19:36

- Tað er týdningarmikið, at vit fáa kapping, tá ið bjóðað verður út.

Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sum tó er eitt sindur sperdur fíggjarliga.

SEV hevði aðalfund á Hotel Føroyum í dag, har ársfrágreiðing og roknskapur varð lagdur fram. Nýggju vindmyllulundirnar er nakað av tí, sum limakommunurnar eru sera spentar uppá at fáa í gongd.

SEV skal gera nógvar íløgur næstu árini - tann størsta av teimum, er pumpustøðin í Vestmanna, sum hevur verið mett at kosta 1,3 milliardir krónur. Kári Johansen, formaður í SEV, segði á fundinum í dag, at hann væntar, at endaligi prísurin verður væl hægri. Tí er avmarkað, hvussu nógv SEV klárar at bjóða inn til av vindmyllulundum, men stjórin kundi tó ynskt at vunnið meira enn eina útbjóðing.

Bæði Magn og Effo, sum longu eru í vindmylluvinnuni, vilja fegnir bjóða upp á útboðini.


Eysturlund bindast í SEV

Eysturlund, risastóra vindmyllulundin hjá Effo, sleppur at binda í hjá SEV. Tað hevur SEV gjørt av á nevndarfundi í dag.

Tá ið Effo legði ætlanina fram um risastóru vindmyllulundina Eysturlund, var ætlanin at gera leiðingar allanvegin úr Lamba til Fuglafjarðar, og so skuldi bindast í hjá Havsbrún, so at Havsbrún sleppur undan at nýta tungolju. Talan var um eina verkætlan uttanum netið hjá SEV.

Men nú er broyting komin í.

Nevndin í SEV hevði fund í morgun, og tá var gjørt av at bjóða Effo at binda í netið hjá SEV.

Effo tekur væl móti tilboðnum frá SEV.

Hvat innihaldið og prísir í avtaluni millum partarnar skal vera er ikki komið upp á pláss.

Enn er langt á mál, til tær 22 vindmyllurnar í Eysturlund fara at mala.
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576