Benjamin Netanyahu: "Trýstið á Hamas skal herðast"

Benjamin Netanyahu: "Trýstið á Hamas skal herðast"
Trýstið á Hamas skal herðast. Tað sigur ísrelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu í einari videorøðu
Benjamin Netanyahu er forsætisráðharr í Ísrael.
 
22.04.2024 - 09:38

- Næstu dagarnar fara vit at økja hernaðarliga og politiska trýstið á Hamas, tí tað er einasti mátin, at fáa ísrelsku gíslarnar leyslatnar, sigur Benjamin Netanyahu, ísraelskur forsætisráðharrin, í einari videorøðu sunnudagin. Tað skrivar CNN. 

Ísrelski forsætisráðharrin boðaði frá, at tað fara at vera framd fleiri álop, og tey fara at raka ógvusligari, enn álopini higartil hava gjørt. Hann sigur samstundis, at atsóknirnar byrja í næstum. 

Hóast heimsins lond hava mælt frá og beinleiðis hava átalað ætlanini hjá Ísrael, hevur Netanyahu í fleiri umførum sagt, at ísrelski herurin fer at leypa á og fer inn við markið við Rafah.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er ein teirra, ið hevur heitt á Ísrael um at sleppa ætlanini, tí vandi er fyri, at atsóknin fer at kosta nógvum menniskjum lívi. 

Fyrranáttina vóru í minsta lagið 22 fólk dripin í Rafah av einum ísrelskum loftálopi. 18 teirra vóru børn, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890