Føroyar sum ferðamál: Metstórur áhugi

Føroyar sum ferðamál: Metstórur áhugi
Árliga ferðavinnuráðstevnan, sum Visit Faroe Islands skipar fyri hetta vikuskiftið, setir met í ár
Hetta er 18. árið, at Visit Faroe Islands skipar fyri ráðstevnuni, sum í ár setir met við 135 luttakarum
Mynd: Visit Faroe Islands  
 
27.04.2024 - 14:36

“Fólk síggja, at hetta er ein spennandi vinna, og tey síggja kanska eisini, at her er ein møguleiki at hava eina vinnu afturat tí vinnuni, tey longu arbeiða í.”

Tað sigur Súsanna Sørensen, samskipari og marknaðarleiðari hjá Visit Faroe Islands, sum hetta vikuskiftið skipar fyri árligu ferðavinnuráðstevnuni, har føroyskir og útlendskir ferðavinnuútbjóðarar møtast.

Hetta er 18. árið, at skipað verður fyri ráðstevnuni, sum í ár setir met við 135 luttakarum. Og tað er serliga talið av føroyskum veitarum, sum er vaksið nógv á ráðstevnuni.

Umboð úr 18 ymiskum londum
Av teimum 135 fólkunum á ráðstevnuni eru 57 umboð úr 18 ymiskum londum, til dømis Norðurlondum, Belgia, Týsklandi, Italia, Fraklandi, Kanada og USA.

Men heili 52 føroyskar ferðavinnufyritøkur eru eisini við á ráðstevnuni, har av fleiri eru nýggir útbjóðarar, sum eru við fyri fyrstu ferð, men eisini fyritøkur, sum hava verið virknar leingi, eru við á ráðstevnuni fyri fyrstu ferð.

Norðurlandahúsið var í gjár karmur um verkstovuna, har útlendskir keypararnir høvdu høvi at hitta umboð fyri ferðavinnuna í Føroyum. Í dag er útferð á skránni, áðrenn útlendsku gestirnir fara avstað aftur sunnudagin.

Hoyrið samrøðu við Súsonnu Sørensen frá Visit Faroe Islands her:

2024-04-27-Susanna-Sorensen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985