Seks færri flogskiparar í Atlantsflogi

Seks færri flogskiparar í Atlantsflogi
Tríggir flogskiparar fóru úr starvi 1. september, tá tríggir afturat vórðu sagdir úr starvi
Airbussurin tekur fleiri ferðafólk og flýgur færri túrar. Tað er ein av orsøkunum til, at Atlantsflog hevur sagt fleiri flogskiparum upp seinastu tíðina.

19.09.2012 - 17:25

Atlantsflog hevur nú færri flogskiparar í føstum starvi. Talið verður minkað úr 29 niður í 23, skrivar Sosialurin. Tríggir flogskiparar fóru úr starvi 1. september, tá tríggir afturat vórðu sagdir úr starvi.

Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at minni virksemi er í flogfelagnum í løtuni. Haraftrat tekur Airbussurin fleiri ferðafólk og flýgur færri túrar, og tað hevur havt við sær, at seks flogskiparar eru sagdir upp seinastu tíðina.

Minni at gera um veturin

Í fjør komu fýra flogskiparar í Atlantsflog í sambandi við, at felagið sendi flogskiparar til Ný Sælands at royndarflúgva Airbus-flogfør. Tveir avloysarar hava verið í summar, men teir vóru bert fyribils..

Magni Arge sigur, at tað er altíð minni flúgving um veturin, men skuldi tað hent, at meiri flúgving verður næsta summar, verða boð aftur eftir fleiri flogskiparum, sigur hann við Sosialin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486