Danskir krabbameinssjúklingar liva longur

Danskir krabbameinssjúklingar liva longur
Bæði menn og kvinnur liva longur, eftir at sjúkan er staðfest, sigur danska heilsustýrið
70 prosent av kvinnunum og 67 prosent av monnunum eru á lívi fimm ár eftir, at krabbameinssjúkan er staðfest. (Savnsmynd: shutterstock.com)
 
03.05.2024 - 10:13

Fólk, sum hava fingið staðfest krabbamein, liva nógv longur nú enn fyrr.

Tað vísir nýggj frágreiðing hjá danska heilsustýrinum, sum hevur hugt at donskum krabbameinssjúklingum og hvussu leingi, tey liva.

Tølini eru frá 2008-2022.

Í hesum tíðarskeiðnum verður staðfest, at 84 prosent av kvinnunum eru á lívi eitt ár eftir, at tær hava fingið staðfest krabbamein. Vøksturin er sjey prosent.

Hjá monnunum liva 83 prosent eitt ár eftir, at teir hava fingið staðfest krabba. Fyrr var talið 75 prosent.

Tølini geva eisini eina ábending um, hvussu nógv eru á lívi fimm ár eftir, at tey hava fingið staðfest sjúkuna.

Hjá kvinnunum eru tað 70 prosent og hjá monnunum 67 prosent, sum eru á lívi fimm ár eftir, at sjúkan er staðfest. 

Í tíðarskeiðnum 2008-2010 vóru tølini ávikavist 62 og 59 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115