Ísrael bumbar nú Rafah

Ísrael bumbar nú Rafah
Fyri fáum tímum síðani boðaði Hamas frá, at tey taka undir við einum uppskoti um vápnahvíld. Men Ísrael er nú farið at bumba býin Rafah
Hendan myndin er tikin í Rafah í kvøld. Hóast uppskot um vápnahvíld, so er Ísrael farið at bumba í Rafah
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
06.05.2024 - 20:59

Ísraelska verjumálaráðið váttar fyri altjóða tíðindastovum, at tey í løtuni eru í gongd við miðvís álop í eystara parti av býnum Rafah, har suðuri í Gasageiranum.

Tað eru annars fáir tímar síðani, at Hamas boðaði frá, at tey taka undir við at leggja vápnini og at útflýggja gíslar til Ísrael. Tað vóru Katar og Egyptaland, sum høvdu snikkað saman eitt uppskot til eina avtalu um vápnahvíld. Hetta hendi eftir drúgvar tingingar, har USA eisini hevur luttikið.

Ein ísraelskur hernaðartalsmaður sigur við tíðindastovuna Reuters, at øll uppskot um at leyslata ísraelskar gíslar í Gasa verða viðgjørd í størsta álvara, men at hernaðarliga virksemið í Gasa kortini heldur fram.

Fyrr í dag tveitti ísraelski herurin flogseðlar niður yvir Rafah. Boðini vóru, at fólk skuldu flýggja, tí tey eru ikki trygg har longur. Ísrael hevur nevniliga fleiri ferðir nevnt, at tey ætla sær at gera innrás í Rafah, sum verður mettur at vera seinasti veruligi skansin hjá Hamas.

Ísraelski undiradmiralurin, Daniel Hagari, sigur við Reuters tíðindastovuna, at hernaðaratgerðirnar ímóti Hamas halda fram, hóast allir møguleikar fyri at fáa gíslar leyslatnar sjálvsagt verða kannaðir.

Enn er Ísrael ikki farið undir innrásina, men bumbar tó kortini í løtuni í eystara parti av Rafah.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595