Grønlandsútróður

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Hjálond og harrar (5:5)
01-11-2021
- føroysk sending frá 1997

"Hjálond og harrar" er 5. og seinasta sending um føroyska virksemið í Grønlandi. Føroyingar og Grønlendingar hava í 1000 ár hoyrt undir somu yvirvøld so ella so. Í hesi øldini sótu londini eftir sum einastu hjálond hjá Danmark. Kortini hevur lítið samband verið millum fólkini bæði til føroyingar numu land í Grønlandi. Høgni Hoydal og Bjarnheðin í Hoyvík hava gjørt sendingina. Samrøður: Lars Emil Johansen, landsstýrisformaður. Martin Ejdesgaard. Jens Eli Ellefsen. Julius Jacobsen, fyrrv. kommunustýrislimur. Kristiane Jacobsen, kivfakkur í Borgshavn 1968-70. William Jacobsen, fiskimaður, sonur Kristianu. Julius Jacobsen. Kaj Hjalgrímsson, skipari, búsettur í Nuuk. Svend Thulesen, stjóri á Nordafar 1960-65.

Grønlandsútróður

Fyrsta sending um føroyskt virksemi í Grønlandi, sum var framleidd í 1997. Fram við skergarðinum í vesturgrønlendsku oyðimørkini liggja enn toftir av føroyskum útróðrarplássum - líka úr Kappanum norður til Føroyingahavnina. Har var í hesi øldini eitt kókandi virksemi í summarhálvuni, sum bjargaði tí føroyska búskapinum. Plássini eru í dag minnisvarðar um eina farna tíð. Samrøður eru við millum aðrar Martin Ejdesgaard, Tvøroyri. Malmberg Simonsen, Sørvágur. Karl Jespersen, Tvøroyri. Sommer Winther, Skopun. Hentzar Grástein, Haldarsvík. Ísak B.
- føroysk sending frá 1997
01-11-2021
- føroysk sending frá 1997
27-10-2021
Annar partur í sendingini frá 1997 um føroyska virksemið í Grønlandi.
12-10-2021
Fyrri partur í sending frá 1997 um føroyska virksemið í Grønlandi.
06-10-2021