Úr 225 niður í 20 krónur hjá ferðafólki

Úr 225 niður í 20 krónur hjá ferðafólki
Ferðafólk, 16 ár og eldri, skulu rinda eitt gistingargjald, sum er 20 kr. fyri náttina, sigur meirilutin í vinnunevndini  
Tey, sum koma við stóru ferðafólkaskipunum, skulu ikki rinda gistingargjald.
 
16.05.2024 - 06:50

Ferðafólk, 16 ár og eldri, skulu rinda eitt gistingargjald, sum er 20 kr. fyri náttina. 

Gjaldið kann í mesta lagi vera 200 kr. 

Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum koma við lítlum skipum ella bátum.

Ferðafólk við cruise-skipum skulu ikki rinda gistingargjaldið.

Tað mælir meirilutin í vinnunevndini hjá løgtingium til, nú nevndin hevur skrivað álit um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um burðardygga ferðavinnu.

Í meirilutanum eru Sambandsflokkurin og samgongan.

Meirilutin hevur 26 broytingaruppskot.

Meirilutin sigur, at gistingargjaldið skal fara í ein grunn.

Pengarnir eru markaðir til at gera ferðavinnuætlanir, millum annað gera og halda viðlíka gøtur í haganum.

 

1.oktober 2025

Ásetingin um gjaldið skal koma 1. oktober næsta ár. 

Í uppskotinum hjá landsstýrinum er avgjaldið 225 kr.

Minnilutin í vinnunevndini, Fólkaflokkurin, hevur 29 broytingaruppskot.

Hann mælir millum annað til at strika ásetingina um gjald. 

Vinnunevndin hevði átta fundir um málið. 

20 innkallingar vóru.

Atkvøtt verður um uppskotið í morgin.

Sí álitið frá vinnunevndini her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. januar
LEITISSTEIN 09.01.2026
202450
Fríggjadag 9. januar
RagnarRokk: Toumas Hirvonen um Icemelter
202428
Fríggjadag 9. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Tunghoyrt
202426
Fríggjadag 9. januar
Morgunlestur fríggjadagur 9.januar 2025
202091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á trettanda
202324