Fleiri leiðir til bátar við vinnuligum hummaraloyvi

Fleiri leiðir til bátar við vinnuligum hummaraloyvi
Endamálið við broytingini er at stuðla undir skipaðan og burðardyggan fiskiskap eftir hummara, sigur Fiskimálaráðið
Broytingar eru gjørdar í kunngerðini um hummaraveiðu. (Savnsmynd)
 
29.05.2024 - 14:33

Leiðirnar norðan fyri Streymin og í Hvannasundi koma nú eisini á listan yvir hummaraøki, har bara bátar við vinnuligum hummaraloyvi sleppa at royna.

Frammanundan var henda regla galdandi fyri hummaraøkini sunnan fyri Streymin í Sundalagnum, á Kollafirði, á Skálafirði, á Kaldbaksfirði, á Tangafirði og á Funningsfirði.

Endamálið við broytingini er at stuðla undir skipaðan og burðardyggan fiskiskap eftir hummara.

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur lýst kunngerð um fiskiskap eftir hummara til húsbrúks.

Eftir kunngerðini, sum kom í 2022, er avmarkað hummaraveiða til húsbrúks loyvd á ávísum hummaraøkjum, eisini við bátum, sum ikki hava vinnuligt hummaraloyvi ella annað fiskiloyvi.

Økini vóru í fyrstu atløgu sett eftir, um vinnulig veiða hevði verið har undanfarnu árini. 

Broytingarnar í kunngerðini um fiskiskap eftir hummara til húsbrúks kunnu lesast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213