Fjórðu ferð ímóti Andorra

Fjórðu ferð ímóti Andorra
Tríggir dystir og tríggir føroyskir sigrar. Tað er úrtøkan, tá hugt verður eftir hagtølunum millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Andorra
Sanna Svarvadal skeyt einasta málið, tá Føroyar vunnu á Andorra í venjingardysti í juni 2022
Mynd: Bjarni Enghamar / FSF  
 
31.05.2024 - 12:12

Fyrstu ferð føroysku kvinnurnar royndu seg ímóti Andorra var í innleiðandi EM-undankappingini fyri níggju árum síðani. Tá var als eingin ivi, hvønn veg sigurin skuldi fara.

Við fýra málum frá Rannvá Biskopstø Andreasen, tveimum frá Heidi Sevdal og hvør sínum máli frá Fríðrún Olsen og Lív Arge Poulsen, vunnu Føroyar 8-0, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Í junimánaði fyri tveimum árum síðani spældi føroyska kvinnulandsliðið tveir venjingardystir móti Andorra, sum báðir endaðu við føroyskum sigri.

Í tí fyrra, sum var á Djúpumýru í Klaksvík, vunnu Føroyar 3-1. Málskjúttarnir vóru Mona Rasmusdóttir, Jensa Tórolvsdóttir og Heidi Sevdal.

Tríggjar dagar seinni møttust liðini á Tórsvølli, og við einasta málinum í dystinum syrgdi Sanna Svarvadal fyri, at Føroyar vunnu ein tepran 1-0 sigur.

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Andorra fríggjadagin 31. mai byrjar klokkan 16:45. Kringvarpið sendir dystin beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 16.20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025