Bussleiðin í Havn fer at koyra fleiri túrar

Bussleiðin í Havn fer at koyra fleiri túrar
Býráðið hevur eisini samtykt, at umsitingin kann samráðast við HZ Bussar um at skifta ein ella fleiri dieselbussar út við el-bussar
Umsitingin í Tórshavnar kommunu hevur fingið heimild at samáðast við HZ Bussar um at skifta dieselbussar út við el-bussar.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
03.06.2024 - 08:35

Tórshavnar býráð hevur samtykt at geva Bussleiðini tvær milliónir krónur, so hon kann koyra fleiri túrar. 

Býráðið samtykti eisini at loyva umsitingini at fara í samráðingar og at gera avtalu við HZ Bussar um at skifta ein ella fleiri dieselbussar út við ein ella fleiri el-bussar.

Og HZ Bussar skulu gera uppskot um bussleið eftir innkomuvegnum til Oyggjarvegin.

Innkomuvegurin skal vera liðugur 1. november í ár.

Millum annað skulu bussarnir koyra ein tíma longur um kvøldið.

Broytingin krevur 2019 koyritímar aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761