Hvalurin við sjógv á baki

Hvalurin við sjógv á baki
Hvalurin vann róðurin hjá seksmannaførunum, og gjørdist fyrsti bátur av Eiði í eini hálvthundrað ár, sum hevur vunnið ein FM-róður
04.06.2024 - 10:00

Tað var gott lag á bryggjuni, tá manningin á Hvalinum kom á land eftir seksmannafarsróðurin á norðoyastevnu um vikuskiftið.

Hvalurin hevði vunnið og skrivaði samstundis søgu sum fyrsti eiðisbáturin, sum hevur vunnið ein FM-róður í eini hálvthundrað ár.

 - Kenslan er góð, ótrúliga góð. Hetta skal hátíðarhaldast, segði Ingvar K. Ellingsgaard á Hvalinum.

Hvat merkir tað fyri felagið hjá tykkum og Eiði?

 - Tað burdi givið eitt stórt boost og vísir, at tað ber til at rógva har norðuri, og at mann er við, segði Ingvar K. Ellingsgaard.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011