Miriam & Janus: Tað snýr seg um álit

Miriam & Janus: Tað snýr seg um álit
"Nógvar kvinnur skriva til mín, tí tær halda, at nektarmyndirnar eru flottar. Men tað endar ikki altíð við myndatøku," sigur Gvøðny Miriam Gunnarsson, myndakvinna
Janus Gunnarsson og Gvøðny Miriam Gunarsson eru myndafólkini, ið standa fyri serligu framsýningini við nektarmyndum í Myndaboks í Havn
Mynd: Bárður Lydersen  
 
07.06.2024 - 09:02

Í dag letur myndaframsýning upp í hølunum hjá Myndaboks í miðbýnum í Havn.

Henda myndasýning er heldur øðrvísi enn aðrar, tí hetta eru myndir, sum eru tiknar í Føroyum av meira og minni naknum føroyskum kvinnum. 

Tað eru hjúnini Gvøðny Miriam og Janus Gunnarsson, ið eru Miriam & Janus fotografar, sum hava tikið myndirnar. Og tey reka eisini Myndaboks og standa fyri framsýningini. 

"Mær dámar best, at eg kenni kvinnurnar, ið eg spyrji um at vera modell til nektarmyndir," sigur Gvøðny Miriam Gunnarsson, myndakvinna. 

"Men tað eru eisini nógvar kvinnur, ið sjálvar skriva til mín, tí tær halda at nektarmyndirnar, ið eg taki, eru flottar," leggur hon afturat. 

Mynd: Bárður Lydersen

 

Gvøðny Miriam og Janus Gunnarsson brúka nógva orku at hava øll viðurskiftini í lagi, áðrenn tey taka myndirnar. 

"Eg tosi nógv við kvinnurnar, bæði undan og á veg til myndatøkuna, so tað ikki er nakar ivi um, hvat tær hava sagt ja til," greiðir Gvøðny Miriam Gunnarsson frá. 

"Vit fáa eisini undirskrivað samtykki frá kvinnunum til at brúka myndirnar," leggur Janus Gunnarsson afturat. 

Hoyr alla samrøðuna við Gvøðny Miriam og Janus Gunnarsson:
 

 

Miriam_og_Janus_nektarmyndir_07062024

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595