Sverri rør World Cup - OL-áttarin ikki við

Sverri rør World Cup - OL-áttarin ikki við
Sverri Sandberg Nielsen verður á vatninum til World Cup-stevnuna í Poznan í Póllandi, har OL-fyrireikingin heldur fram. Sára Maria Johansen og OL-áttarin verða ikki við
Sverri Sandberg Nielsen skal rógva til World Cup-stevnuna í Poznan um vikuskiftið
Mynd: Balint Czucz / roning.dk  
 
13.06.2024 - 12:08

Sverri Sandberg Nielsen rør til ársins síðstu World Cup-stevnu, har fyrireikingarnar til Olympisku leikirnar í París halda fram hjá miðvinginum.

Kappingin verður í pólska býnum Poznan um vikuskiftið.

 - Tað sat ikki heilt í Lucerne (til World-Cup II), so vit hava sjálvandi vant og roynt ymiskt tekniskt. Nú skulu vit niður at royna, um tað, sum vit hava arbeitt við, hevur úrslit við sær, sigur Jens Vilhelmsen, sum er venjari hjá miðvinginum.

 

Sára Maria Johansen og tær ikki við

Danski áttarin, sum vann sær OL-pláss á seinastu World Cup-stevnuni í Lucerne, verður ikki á vatninum í Poznan. 

Sára Maria Johansen og hinar átta, sum manna bátin, vera í staðin eftir í Danmark og venja.

 - Vit hava hava havt eitt hart tíðarskeið, og nú hava vit tørv á arbeiðsfriði. Harafturat skulu fleiri av kvinnunum til lestrarroyndir í næstum, og millum annað tí hava vit valt ikki at vera við, sigur venjarin, Frederik Taulbjerg. 

 


Sára Maria Johansen (uttast t.h.) og hinar á danska OL-áttaranum skulu ikki rógva til World Cup-stevnuna í Poznan um vikuskiftið. MYND: roning.dk

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928