EM 2024 í Kringvarpinum

Um KVF›Tíðindi
EM 2024 í Kringvarpinum
Kringvarpið sendir bæði daglig EM-tíðindi í útvarpinum og samsendir dystirnar við DR í sjónvarpinum og á kvf.fo
Løtumynd úr München í dag, har Skotland og Týskland spæla fyrsta dystin í EM-kappingini..
Mynd: Leonhard Simon/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
14-06-2024

Kringvarpið fer eins og onnur ár at hava reglulig EM-tíðindi eftir høvuðstíðindasendingina í útvarpinum kl. 12.20 og um vikuskiftið. 

Í alt 24 lond eru við í stóra EM-endaspælinum í mansfótbólti í Týsklandi í summar. Kappingin er frá 14. juni til 14. juli. Í alt 51 dystir verða spældir.

Suni Merkistein fer at hava EM-tíðindini í útvarpinum í summar.

Harafturat samsendir Kringvarpið við Danmarks Radio í sambandi við EM-kappingina. Avtala er gjørd við DR um at senda dystirnar, ið verða vístir á høvuðsrásini hjá DR, í sjónvarpinum og á kvf.fo. 
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328

Um kvf css