Yambere avgjørdi í evstu løtu

Yambere avgjørdi í evstu løtu
Tað sá svart út hjá KÍ, sum spældi við 10 monnum, tá EB/Streymur legði seg framum, men við tveimum málum - hitt seinna í evstu løtu, avgjørdi Cedric Yambere dystin fyri KÍ
Cedric Yambere var stóra hetjan hjá KÍ við Margáir, har hann skoraði tvær ferðir
Mynd: Leit  
 
16.06.2024 - 18:03

Við málið í evstu løtu avgjørdi miðverjin Cedric Yambere dystin við Margáir, har KÍ við neyð og deyð tryggjaði sær trý stig ímóti EB/Streymi.

Tað sá einki serligt út hjá meistarunum, sum tá spældu við 10 monnum, tá Emil Weihe Joensen sendi heimaliðið framum við fløtum skoti av brotsteigarmarkinum.

Men fyrst javnaði Cedric Yambere eftir fríspark úr høgru, og tá tey flestu høvdu sligið seg til tols við javnleik, var stóri miðverjin aftur upp á spæl og setti flatt innlegg úr vinstu í netið.

 

Ivasom útvísing

Issah Ahmed Latif fekk sítt seinna gula kort og varð útvístur fyri steðgin, tá dómarin, Rúni Gaardbo, metti, at bakkurin kastaði seg í eini roynd at vinna brotsspark. Myndirnar vístu, at tað helst átti at verið brotsspark í staðin.

Eftir avgerandi málið fekk innskifti Jákup Vilhelmsen reytt kort eftir harðan luftdyst við ein hjá heimaliðnum. Hetta kostar leikbann, sum KÍ illa hevur ráð til undan dystinum ímót HB næsta vikuskifti. Seks stig skilja framvegis KÍ frá HB og Víkingi fremst í deildini.

 

Runavíkingar ongar trupulleikar av ÍF

Fuglfirðingar løgdu bragdliga fyri ímóti NSÍ í Fløtugerði, men so líðandi vaknaði útiliðið. Meinhard Debes Geyti legði NSÍ framum beint fyri steðgin, og í seinna hálvleiki øktu Steffan Løkin og Petur Knudsen.

ÍF hevur framvegis bert trý stig niðast í deildini, meðan B68 og EB/Streymur hava sjey. Runavíkingar liggja einsamallir á 4. plássi við 22 stigum. Átta stig eru upp til KÍ, og fimm niður til B36. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938