Aftur til Sumbiar við turrum báti

Aftur til Sumbiar við turrum báti
Ein bátur á startinum fekk um skrúvuna, og so var barnaróðurin á sundalagsstevnu avlýstur. Tær á Broddi noyddust longu og tungu leiðina aftur til Sumbiar uttan at rógva
17.06.2024 - 19:06

Tey vóru nógv, sum máttu longu leiðina heim aftur uttan at flota bátin, tá barnaróðurin var avlýstur á sundalagsstevnu leygardagin.

Grundin var, at hanafótabáturin fekk um skrúvuna, og so var einki at gera.

 - Har gjørdist einki. Har var slakkur í startinum, og vit máttu taka startin upp á land og greiða hann. Tað var ein øgilig fløkja, segði Karstin í Húsinum úr KÍF-kappróðri.

Úr Sumba vóru eini 50 fólk komin á stevnuna, men genturnar á Broddi máttu tungu leiðina suður aftur við turrum báti.

 - Tað er eitt sindur ergriligt. Okur høvdu ætlað, at tað skuldi ganga betur í dag enn seinast, men gott er. Soleiðis kann tað ganga, segði Esther Skyt úr Sumba.

Sumbingar ætlaðu sær kortini at hugna sær og hyggja at FM-kappróðrinum. 

 - Okur missa ikki mótið og koma sterk aftur mæstu ferð, segði Esther Skyt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011