Silver Pearl fekk 'blackout'

Silver Pearl fekk 'blackout'
Farmaskipið Silver Pearl, sum hevur heimstað í Havn, rendi á bryggjuna í Måløy í Norra í gjár
Silver Pearl
 
23.06.2024 - 11:21

Norskir miðlar skriva, at skipið fekk eitt sokallað 'blackout'.

- Tá ið skipið fór frá kaj og skuldi fara suðureftir, sær út til, at tað missur alla motororkuna og møguleikan at stýra, tað fær eitt sokallað 'blackout', sigur Morten Andreas Hagen, átaksleiðari í Vestara løgregludømi í Måløy, til NRK.

Bæði skip og bryggja fingu nakað av skaða. Skipið lekur tó ikki.

Átaksleiðarin sigur við NRK, at tað vísti seg, at skipið gjørdi eina umstýring.

- Skipið rendi á kajuna í tveimum støðum, heilt stutt ímillum, sigur átaksleiðarin.

Nú skal finnast út av, um tað vóru menniskjansligar ella tekniskar orsøkir til, at skipið fekk 'blackout'. Sjóvinnustýrið hevur fingið boðini og Veritas skal helst eisini kanna, hvat hendi.

Politiið kannar eisini málið og avhoyrir nakrar av manningini fyri at kanna, um aðrar orsøkir kunnu vera til óhappið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juli
Morgunlestur leygardagur 20. juli 2024
177838
Fríggjadag 19. juli
Morgunlestur fríggjadagur 19. juli 2024
177837
Hósdag 18. juli
RagnarRokk 18.juli 2024
176485
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182
Týsdag 16. juli
Veðrið
178118
Mánadag 15. juli
Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
177771
Leygardag 13. juli
Føroyar - Montenegro (2-1)
178016

Meira um sama evni