Havnar Arbeiðskvinnufelag skal vera sjónligari

Havnar Arbeiðskvinnufelag skal vera sjónligari
Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur verið ov friðarilig og trongir til at vera sjónligari í samfelagnum, heldur Ruth Boetius, nývald forkvinna
Ruth Boetius er nývald forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag
 
07.07.2024 - 12:15

Havnar Arbeiðskvinnufelag skal vera sjónligari bæði millum limirnar og úti í samfelagnum. Tað ætlar nývalda forkvinnan, Ruth Boetius.

Hon varð vald á aðalfundinum í gjár við stórum meiriluta. Stríðsval var um forkvinnusessin, eftir at Vígdis Johannesen boðaði frá, at hon ikki stillaði upp aftur eftir meira enn 30 ár sum forkvinna.

Tað vóru Ruth Boetius og Katrin Højgaard, sum bjóðaðu seg fram at stjórna Havnar Arbeiðskvinnufelag. Katrin Højgaard varð vald í nevndina, og Ruth Boetius er nú forkvinna.

1683321

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037