Uppsøgnin av útbúgvingarstjóranum á Glasi er ógildað

Uppsøgnin av útbúgvingarstjóranum á Glasi er ógildað
Barna- og útbúgvingarmálaráðið sigur, at uppsøgnin kann ikki grundast á bygnaðarbroytingar
Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur ógildað uppsøgnina av útbúgvingarstjóranum á Glasi. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
09.07.2024 - 09:21

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur ógildað avgerðina hjá Unu Joensen, rektara á Glasi, at siga útbúgvingarstjóran, Elsu Maria Holm Olsen, úr starvi. 

Rektarin boðaði útbúgvingarstjóranum frá í januar 2023, at stjórastarvið á gymnasialum miðnámi varð niðurlagt í samband við bygnaðarbroytingar, og 28. februar fekk Elsa Maria Holm Olsen endaligu uppsøgnina. 

Men hesa avgerð hevur Barna- og útbúgvingarmálaráðið ógildað.

- Barna- og útbúgvingarmálaráðið metir, at grundgevingin fyri uppsøgnini av Elsu Maria ikki rímiliga kann grundast á bygnaðarbroytingar, tá ætlanin er at víðka um virksemi, samstundis sum mett var, at tørvur var á at siga Elsu Maria úr starvi. Bygnaðarbroytingarnar vóru ikki liðugt viðgjørdar sambært ætlanunum 28. februar 2023, og tí var ikki møguleiki fyri á uppsagnartíðspunktinum at meta um tørvin á starvsfólkum á Glasi. Grundgevingin fyri avgerðini um uppsøgn kann tí ikki rímiliga grundast á bygnaðarbroytingar, og hon er tí ósaklig, skrivar aðalráðið í niðurstøðuni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09072024_Glasir_og_deildarleidari


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065