Aftur Champions League við Djúpumýru

Aftur Champions League við Djúpumýru
Í fjør megnaðu teir tað, sum eingin væntaði. Í morgin spælir KÍ fyrsta dystin í Champions League hesa ferð
09.07.2024 - 19:56

Í fjør spældi KÍ seg allan vegin í søguligt Conference League-bólkaspæl. Mikukvøldið fara klaksvíkingar undir nýggja evropeiska roynd.

Um tað aftur verður talan um ævintýr, fer tíðin at vísa, men KÍ-miðvallarin Árni Frederiksberg vil heldur hyggja fram- enn afturum seg. 

 - Í fjør verður verandi í fjør, og tað fært tú ikki brúkt til so nógv beint nú. Tað var øgiliga stuttligt, men nú er ein nýggjum dystur, og um mann hongur seg í tann partin, so verða tað neyvan tey røttu prosentini, sum verða leveraði her, segði miðvallarin við Dag og Viku týskvøldið.

 - Fyri meg er talvan rein, og nú skal mann til at skapa einaferð enn.

Kringvarp Førpoya vísir dystin millum KÍ og Differdange beinleiðis í sjónvarpinum klokkan 18:50.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221