- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar fingu lønt Montenegro aftur
Tær høvdu tosað um hevnd, og tað var júst tað, bestu føroysku fótbóltskvinnurnar fingu, tá tær vunnu 2-1 á Montenegro í EM-undankappingardysti á Tórsvølli.
Heidi Sevdal legði Føroyar framum tíðliga, og eftir útjavnandi mál frá gestunum, avgjørdi Jensa Tórálvsdóttir dystin við langskotið úr eini 30 metrum.
Hevndu trý tap á rað
Montenegro hevði vunnið tríggjar ferðir á rað á Føroyum seinastu tvey árini, og tá liðini hittust í Podgorica í apríl, endaði tað við 5-1 ósigri.
Tí høvdu føroyingarnir okkurt at løna gestunum aftur, og tað sást mestsum frá fyrsta bríksli. Heidi Sevdal og Ásla Johannesen, sum spældu á fremstu plássunum, eltu hvønn bólt og stressaðu mótstøðuliðið nógv.
Eftir fleiri vandamikil hornaspørk á rað lá eitt føroyskt mál í luftini, og tað kom í 19. minutti. Eitt innlegg varð sent innfyri úr høgru síðu, og tá bólturin endaði fyri fótunum á aldursforsetanum, Heidi Sevdal, ivaðist hon ikki, og sendi bóltin upp í handara horn av brotsteigarmarkinum.
Armisa Kuć, sum skoraði tvey mál í Podgorica, varð væl ansað av føroysku verjuni, men hon fekk kortini javnað bert tríggjar minuttir seinni, tá hon var fyrst á einum leysum bólti eftir horna.
Føroyingarnir fullu als ikki í fátt av hesum - heldur hinvegin, og tað gav úrslit, tá 32 minuttir vóru spældir. Jensa Tórálvsdóttir, sum spældi vinstrumegin, dróg inn eftir og smekkaði so til frá 30 metrum. Málverjin, Anastasija Krstović, rakk ikki upp eftir harða skotinum, og so var 2-1.
Hildu fast eftir steðgin
Nú kundi roknast við, at útiliðið, sum kappaðist við Grikkaland um fyrsta plássið í bólkinum, fór at leggja nógv fyri, men í roynd og veru varð sjáldan vandi á ferð, tað ið eftir var av dystinum.
Liðskiparin, Sladjana Bulatović, hevði eitt kanónskot á tvørtræið beint fyri steðgin, og Valborg Østerø stórbjargaði í seinna hálvleiki, tá Kuć gjørdist leys, men annars hevði føroyska liðið tamarhald á tí mesta.
Eisini kundu tær havt økt, og serliga innskifta Petra Hoydal kundi havt skorað, tá hon varð spæld leys av væl spælandi Áslu Johannesen. Anastasija Krstović var tó skjót út ímóti og bjargaði skotinum.
Síðstu løtuna fingu Føroyar bóltin fram í hornið og hildu honum har til seinasta bríks. Spælarar og venjarar tustu inn á vøllin og kundu fegnast um ein flottan og uppibornan sigur. Ein hin besta hjá føroyska landsliðnum við kvinnum yvirhøvur.
Tórsvøllur (EM-undankapping)
Føroyar - Montenegro, 2-1 (2-1)
1-0 Heidi Sevdal, 19 min.
1-1 Armisa Kuć, 22 min.
2-1 Jensa Tórálvsdóttir, 32 min.