Articon ger vindmyllulundina í Húsahaga

Articon ger vindmyllulundina í Húsahaga
Gongst sum ætlað, verða tær 13 vindmyllurnar tiknar í nýtsla næsta heyst
Vindmyllurnar, sum verða settar upp í Húsahaga, eru av sama slag sum tær í Neshaga
 
11.10.2013 - 09:33

Byggifelagið Articon fekk arbeiðið at gera vegir og annað jørðarbeiði í vindmyllulundini hjá SEV í Húsahaga í Suðurstreymi. SEV fekk fimm tilboð upp á arbeiðið. Articon hevði lægsta tilboðið og ger arbeiðið fyri 10 mió. kr. Arbeiðið at gera økið byggibúgvið skal vera liðugt fyrst í mai næsta ár, tá tær 13 myllurnar skulu setast upp.

Arbeiðið at seta myllurnar upp tekur tveir mánaðir. Síðani verða tær royndar, og so tiknar í brúk næsta heyst. Vindorkan verður næstan trífaldað, tá vindmyllulundin í Húsahaga er liðug, upplýsir SEV. Í dag fáast tíggju prosent av streyminum frá vindi.

60 prosent varandi orkukeldur

Tá myllurnar í Húsahaga verða knýttar í elnetið, fer vindorkan upp í 26 prosent. Vatnorkan er 35 prosent, so um eitt ár koma 60 prosent av streyminum, sum SEV ger, frá varandi orkukeldum.

30.september skrivaði SEV undir sáttmála við týsku fyritøkuna ENERCON um at byggja og seta upp 13 vindmyllur í Húsahaga. Myllurnar kosta 85 mió. kr. Tær eru sama slag sum myllurnar hjá SEV í Neshaga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846