Kringvarpið vísir dystin millum Víking og Gent

Kringvarpið vísir dystin millum Víking og Gent
Víkingur skal í kvøld royna at vinna seg víðari í Conference League-kappingini móti belgisku Gent. Dysurin verður bæði vístur í sjónvarpinum og stroymdur her á heimasíðuni
Mynd: Eysturportalurin  
 
01.08.2024 - 15:05

Klokkan 19 í kvøld fara Víkingur og belgiska liðið Gent á vøllin við Djúpumýru í Klaksvík at dystast um at koma víðari í UEFA Conference League-kappingini. 

Jørgin Nielsen tók alt og øll á bóli við at leggja Víking á odda 1-0 í fyrra dystinum í Belgia. 


Mynd: Eysturportalurin

 

Ta løtuna var rómur á Víkinga-fjepparunum, ið sóu út til at trúgva upp á, at liðið kundi skapa sensatiónina. 

Men sterka belgiska liðið risti skjótt skelkin av sær og setti seg tungt á dystin, sum Gent at enda vann 4-1.

Sigurin gjørdist óneyðuga stórur, tí onkur av málunum vóru persónlig mistøk í verjuni hjá Víkingi. 

 

Sama útgangsstøði sum KÍ

Harvið hevur Víkingur í grundini sama útgangsstøði, sum KÍ hevði til heimadystin móti Malmö FF.


Mynd: Eysturportalurin

 

Hóast KÍ tapti samanlagt móti Malmö FF., so bleiv felagið ikki varpað úr evropiskum fótbólti, men flutti niður í næstbestu kappinginia hjá UEFA, Europa League-kappingina, at royna eydnuna. Har skal KÍ í fyrstu atløgui møta Borac Banja Luka úr Bosnia-Hersegovina

Og um eisini tað kiksar, so sleppur KÍ eisini at royna seg í UEFA Conference League-kappingini. 

Víkingur er longu í Conference League-kappingini, so um liðið tapir í kvøld, so er evropiska ævintýrið av fyri hesum fyri hjá Víkingi. 

Kringvarp Føroya vísir dystin millum Víking og Gent í sjónvarpinum og her á heimasíðuni, og sendingini byrjar klokkan 18.50. 


Mynd: Eysturportalurin

 

Hvat: Víkingur - Gent
Hvar: í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: í kvøld kl. 18.50

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. august
Morgunlestur hósdagur 1. august 2024
178454
Mikudag 31. juli
Vindagið: Andras Sólstein
178703
Mikudag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2024
178699
Mikudag 31. juli
Morgunlestur mikudagur 31. juli 2024
178453
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. august
UEFA Champions League: KÍ - Malmö FF
178729
Týsdag 30. juli
Veðrið
178672
Mánadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænastan 2024
178627
Mánadag 29. juli
Video: Ólavsøkuróðurin, 5mf kvinnur
178624