- Tíðindi, mentan og ítróttur
OL 2024: Sverri endaði sum nummar átta samanlagt
Teir tiltiknu marginalarnir vóru ikki við Sverra Sandberg Nielsen, tá hann fyrrapartin róði B-finaluna í einaskullara við OL.
Tað bleiv ein sera spennandi og javnur róður, har Sverri Sandberg Nielsen og rumenin Mihai Chiruta fóru um mállinjuna samstundis og fingu skásett somu tíð, 6:44.83.
Men tá samanum kom, so varð rumenin skrivaður fyrsta plássið.
Harvið er OL-ævintýrið hjá Sverra Sandberg Nielsen, sum til tíðir hevur verið ein marrudreymur, serliga í Tokyo, av.
Sverri segði við Kringvarpið, at hann neyvan hevur mót upp á eitt OL afturat um fýra ár í Los Angeles.
Sverri Sandberg Nielsen var eisini nøgdur við avrikið í dag, og yvirhøvur hevur hann róð so væl, sum hann í løtuni megnar, við OL (Mynd: Ritzau / Scanpix)
Sverri róði nóg skjótt til OL-bronsu
Týski Oliver Zeidler, ið Sverri Sandberg Nielsen í nógv ár kappaðist við um rógvitrónina, vann sannførandi OL-gull, tá hann vant burtur úr hinum rógvarunum.
Zeidler, ið ikki eingong kom í OL-finaluna í Tokyo í 2021, var trý sekund fremstur, tá hann kom á mál.
Tað harmiliga er, at tíðin hjá Sverra Sandberg Nielsen í hálvfinaluni, 6:43.95, hevði vunnið honum eitt OL-bronsu í dag. Hollendski Simon van Drop, ið vann OL-bronsu, kom nevniliga á mál við tíðini 6:44.72.
>>Sí úrslitini av øllum rógvifinalunum í einskullara við monnum
Tað kundi verið eitt tekin til Sverra Sandberg Nielsen um, at hann er langt frá liðugur sum eliturógvari.